Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Rutarbók, kapittul 1
Rut fer til Betlehem við Nóomi
v1Einaferð á døgum dómaranna – tá ið hungur og hall var í landinum – rýmdi maður úr Betlehem í Júda til tess at búgva í útisetri í Móab landi; við honum var kona hans og tveir synir.v2Maðurin æt Elimelek, kona hansara Nóomi og synirnir Maklon og Kiljon – Efraititar úr Betlehem í Júda. Tey komu nú til Móab lands og dvaldu har.v3Tá doyði Elimelek, maður Nóomi, og hon sat eftir við báðum sonum sínum.v4Teir tóku sær móabitiskar konur, onnur æt Orpa og hin Rut, men tá ið tey høvdu búð har eini tíggju ár,v5doyðu eisini teir báðir, Maklon og Kiljon, so at konan sat eina eftir báðar synir sínar og mann sín.v6Tá bjóst hon til ferðar saman við sonarkonunum heim aftur úr Móab landi; tí at hon hevði hoyrt í Móab landi, at Harrin hevði vitjað fólk sítt og givið teimum breyð.
v7Og hon fór avstað saman við sonarkonum sínum haðan, sum hon hevði búð; men á ferðini heim aftur til Júdalandsv8segði Nóomi við báðar sonarkonur sínar: «Farið tit báðar heim hvør til móður sína! Harrin fylgi tykkum við øllum góðum, eins og tit hava verið góðar ímóti teimum, ið deyðir eru, og ímóti mær;v9Harrin gevi tykkum, at tit mega finna heimstað hvør í húsi mans síns!» Síðan kysti hon tær; men tær skóru í grátv10og søgdu við hana: «Nei, vit koma við tær til fólk títt!»v11Men Nóomi svaraði: «Snúgvið heim aftur, døtur mínar! Hví vilja tit koma við mær? Man eg enn bera synir undir belti, ið mega verða menn tykkara?v12Vendið aftur, døtur mínar, og farið heim, tí at eg eri ov gomul at verða gift aftur; men um so var, at eg hevði vón um aftur at fingið mann – ja, á hesi nátt – og eg føddi honum synir,v13áttu tit tá at bíða, til tess at teir vóru tilkomnir? Skuldu tit sitið innistongdar við ongum manni? Nei, døtur mínar, tykkara vegna er mær hugur tungur; tí at tung liggur hond Harrans á mær!»v14Aftur tóku tær sáran at gráta; og Orpa kysti vermóður sína; men Rut kundi ikki slíta seg leysa.v15Tá mælti hon: «Sí, mágkona tín er á ferð heim til fólks síns og Guðs síns; far nú heim aftan á mágkonu tína!»v16Men Rut svaraði: «Strong ikki á meg, at eg skal fara frá tær og venda heim aftur; tí at hagar, sum tú fert, vil eg fara; og har sum tú liggur nátt, vil eg liggja nátt; títt fólk skal vera mítt fólk, og tín Guð skal vera mín Guð;v17á tí staði, har tú doyrt, vil eg doyggja og vera jarðað har; Harrin revsi meg bæði nú og framvegis, um ikki deyðin eina skal skilja meg við teg!»v18Tá ið hon nú sá, at Rut var við sítt og vildi koma við henni, gavst hon at tala til hennara.v19Síðan hildu tær báðar áfram, til tær komu til Betlehem; men tá ið tær komu inn í Betlehem, kom øll bygdin í røring, og konur spurdu: «Er hetta Nóomi?»v20Men hon segði við tær: «Kallið meg ikki Nóomi; kallið meg Mára, tí at hin alvaldi hevur boðið mær beiskan lutin!v21Rík fór eg hiðan, men tómhenta hevur Harrin latið meg koma aftur. Hví kalla tit meg Nóomi, tá ið Harrin hevur vitnað ímóti mær og hin alvaldi volt mær trega?»
v22Soleiðis kom nú Nóomi heim aftur úr Móablandi og við henni Rut, hin móabitiska sonarkona hennara; og tær komu til Betlehem, tá ið byggskurðurin byrjaði.