Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 13
Ófriður við Filistar. Sámuel fer illa við Sáuli
v1Sául var ... ára gamal, tá ið hann varð kongur, og tey ár, sum hann ríkti yvir Ísrael, vóru ....
v2Sául kjósaði sær trý túsund mans úr Ísrael; tvey túsund vóru hjá Sáuli í Mikmas og á Betels fjøllum, og eitt túsund var hjá Jónatani í Gibeu í Benjamins landi; tað, ið eftir var av herfólkinum, sendi hann heim aftur.v3Tá drap Jónatan landsstjóra Filista í Geba. Hetta frættu nú Filistar, og at Hebrear høvdu gjørt seg leysar. Men Sául hevði blást í herlúðurin um alt landið,v4og alt fólkið hoyrdi, at Sául hevði dripið landsstjóra Filista, og at Filistar tí vóru illa í øgn við Ísrael. Tá savnaðist fólkið og fylgdi Sáuli til Gilgal.v5Og Filistar savnaðust saman til bardaga móti Ísrael – trý túsund vagnar, seks túsund reiðmenn og gonguherlið, so mangir sum sandurin við sævarflóð. Og teir fóru og settu herbúðir sínar í Mikmas fyri eystan Bet-Áven.v6Men tá ið Ísraelsmenn sóu, at vegir teirra tóku at treingjast, fjaldi fólkið seg í hellum og holum, gjáum, giljum og gryvjum.v7Mangir fóru um Jórdans vað yvir í Gáds og Gileads land. Men Sául var enn í Gilgal, og fólkið alt fylgdi honum í miklum ótta.v8Hann bíðaði nú sjey dagar, ta tíð, ið Sámuel hevði ásett; men Sámuel kom ikki til Gilgal, og fólkið spjaddist og fór frá honum.v9Tá segði Sául: «Flýggið mær brenniofrið og takkarofrið!» Síðan ofraði hann brenniofrið.v10Men beint sum hann var liðugur at ofra brenniofrið, sí, tá kom Sámuel. Og Sául fór ímóti honum og heilsaði honum.v11Tá segði Sámuel: «Hvat hevur tú gjørt?» Sául svaraði: «Eg sá fólkið spjaðast og fara frá mær; men tú komst ikki ta ásettu tíðina. Og tá ið Filistar savnaðust saman í Mikmas,v12hugsaði eg: Nú koma Filistar oman til Gilgal og ráðast á meg, og eg havi enn ikki blíðkað Harran; tá herdi eg hugin og ofraði brenniofrið.»v13Tá segði Sámuel við Sául: «Býttliga hevur tú farið at! Hevði tú havt varðveitt boðorð Harrans, Guðs tíns, so sum hann beyð tær, tá hevði hann latið kongsvald títt yvir Ísrael staðið við um allar ævir.v14Men nú skal kongsdømi títt ikki standast. Harrin hevur funnið sær mann eftir hjarta sínum, og honum hevur Harrin boðið at vera høvdingi yvir fólki sínum, av tí at tú ikki hevur hildið tað, sum Harrin álegði tær!»v15Síðan fór Sámuel úr Gilgal og helt avstað; men leivdir av fólkinum fylgdu Sáuli í bardaga; og tá teir komu úr Gilgal til Gibeu í Benjamins landi, kannaði Sául herliðið, ið eftir var hjá honum, um seks hundrað mans.v16Sául og Jónatan, sonur hansara, og tað liðið, sum við teimum var, settust í Geba í Benjamins landi, meðan Filistar settu herbúðir sínar í Mikmas.v17Tá fór ránslið út úr herbúðum Filista í trimum flokkum, ein flokkurin helt ferðini til Ofra inn í Sjúal landið,v18annar flokkurin helt ferðini til Bet-Hóron, og triði flokkurin helt ferðini at heygnum, ið dagar oman fyri Zeboim slættan við oyðimørkina.v19Men eingir jarnsmiðir vóru eftir í øllum Ísraels landi, – tí sum Filistar søgdu: «Hebrear skulu ikki smíða sær svørð og spjót!» –v20Tí máttu allir Ísraelsmenn oman til Filista at brýna plógjørn og grev, øksir og broddar,v21hvørja ferð skørð komu í eggjar á plógjørnum og grevum, og tá ið øksir máttu brýnast, og broddar beinast.v22Tessvegna hevði í orrustuni við Mikmas eingin av herliði Sáuls og Jónatans svørð og spjót uttan Sául sjálvur og Jónatan, sonur hans.