|
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 19 Jónatan sættir Sául við Dávid v1Sául talaði tá við Jónatan, son sín, og allar tænarar sínar um at taka Dávid av lívi; men Jónatan, sonur Sáuls, hevði miklan tokka til Dávid.v2Tí segði hann Dávidi frá hesum og mælti: «Sául, faðir mín, ætlar at taka teg av lívi; vara teg nú fyri honum í morgin ári, finn tær skjól og krógva teg væl.v3Men eg ætli mær út og skal standa undir liðini á faðir mínum á víðavangi har, sum tú ert; og eg ætli at tala við faðir mín um teg; um eg tá verði varur við nakað, skal eg siga tær frá tí.»v4Og Jónatan talaði alt gott um Dávid við Sául, faðir sín, og mælti: «Kongur má ikki gera synd við Dávid, tænara sín; tí at ikki hevur hann gjørt synd við teg, og av brøgdum hansara hevur tú havt mikið gagn.v5Og hann vágaði lívið og vá Filistan, og Harrin veitti av hansara ávum øllum Ísrael miklan sigur; tú sást tað sjálvur og gleddist; hví vilt tú nú gera synd við sakleyst blóð og fyri onga søk taka Dávid av lívi?»v6Og Sául lýddi Jónatani; og hann svór: «So satt sum Harrin livir, skal Dávid ikki verða tikin av lívi.»v7Tá kallaði Jónatan Dávid til sín og segði honum frá øllum hesum, og Jónatan leiddi Dávid til Sáuls, og hann var hjá honum eins og áður. Sául verður aftur øvundsjúkur v8Men ófriður gekk á av nýggjum, og Dávid helt í bardaga móti Filistum og vann miklan sigur á teimum, so at teir flýddu undan honum.v9Tá kom illur andi frá Guði yvir Sául; og meðan hann sat í húsi sínum við spjóti í hendi, og Dávid leikaði streingjaljóðførið,v10ætlaði hann at negla Dávid fastan í bróstið við spjótinum; men Dávid brá sær undan Sáuli, so at hann rendi spjótið í bróstið; men Dávid flýddi og komst undan.v11Tá sendi Sául á somu nátt ørindreka at húsi Dávids til tess at gæta hann og taka hann av lívi morgunin eftir; men Mikal, kona Dávids, segði honum frá og mælti: «Bjargar tú ikki lívi tínum í nátt, so verður tú dripin í morgin.»v12Tá læt Mikal Dávid síga niður uttan fyri gluggan, og hann flýddi og komst undan.v13Síðan tók Mikal húsgudin og legði hann í rekkjuna; og hon legði net av geitarhárum á høvdalagið og breiddi áklæði útyvir.v14Tá ið nú Sául sendi ørindrekar til tess at taka Dávid, segði hon: «Hann er sjúkur.»v15Tá sendi Sául menninar aftur at vitja Dávid og segði: «Berið mær hann higar á leguni, so at eg fái dripið hann.»v16Men tá ið ørindrekarnir komu hagar, sí, tá lá húsgudurin á leguni og geitarhársnetið yvir høvdalagnum.v17Tá mælti Sául við Mikal: «Hví hevur tú soleiðis svikið meg og hjálpt fígginda mínum burtur, so hann komst undan?» Mikal svaraði Sáuli: «Hann segði við meg: Hjálpir tú mær ikki burtur, drepi eg teg.» Dávid flýggjar til Sámuels; Sául millum profetanna v18Og Dávid flýddi og komst undan; og hann kom til Sámuels í Ráma og segði honum frá øllum tí, sum Sául hevði gjørt móti sær; síðan fóru hann og Sámuel og tóku upp bústað í Nájot.v19Tá ið Sául frætti, at Dávid var í Nájot í Ráma,v20sendi hann sendimenn eftir Dávidi; men tá ið teir sóu profetaflokk í profetiskum gudmóði og Sámuel standa sum oddamann teirra, tá kom eisini andi Guðs yvir sendimenn Sáuls, so at eisini teir komu í profetiskan gudmóð.v21Tá ið Sául frætti hetta, sendi hann aðrar sendimenn; men eisini teir komu í profetiskan gudmóð. Síðan sendi hann uppaftur triðju ferð sendimenn avstað; men eisini hesir komu í profetiskan gudmóð.v22Tá fór Sául sjálvur til Ráma, og tá ið hann kom at brunninum við treskivøllin uppi á tí skógarleysa heygnum, spurdi hann, hvar Sámuel og Dávid vóru; og honum varð svarað: «Teir eru í Nájot í Ráma.»v23Hann fór tá haðan og helt leiðini til Nájot í Ráma; men tá kom eisini andi Guðs yvir hann, og hann gekk allan dagin í profetiskum gudmóði alt at Nájot í Ráma.v24Og eisini hann skræddi klæði síni av sær og var í profetiskum gudmóði frammi fyri Sámueli; og hann fell niður nakin og varð liggjandi allan dagin og alla náttina. Tí verður sagt: «Er eisini Sául millum profetanna?» |