Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 30
Dávid revsar Ámalekitar
v1Tá ið Dávid og menn hansara á triðja degi komu aftur til Ziklag, høvdu Ámalekitar herjað á suðurlandið og Ziklag, og teir høvdu vunnið Ziklag og brent hana av.v2Konurnar høvdu teir hertikið og alt, sum har var, bæði smátt og stórt; ongan høvdu teir dripið, men teir høvdu tikið tey við sær og vóru síðan farnir leiðir sínar.v3Tá ið nú Dávid og menn hansara komu til bíggjar, sí, tá var borgin øll uppbrend, og konur teirra og synir og døtur vóru hertikin.v4Tá skóru teir í grát, bæði Dávid og menn hans, og grótu teir, til teir ikki orkaðu meira.v5Eisini báðar konur Dávids, Áhinoam úr Jizreel og Ábigáil, kona Nábals í Karmel, vóru hertiknar.v6Tá var Dávid í miklum vanda vegna tess, at liðið ætlaði at steina hann; tí at menninir lótu allir illa vegna synir sínar og døtur; men Dávid leitaði sær styrki hjá Harranum, Guði sínum.v7Og hann segði við prestin Ebjatar Áhimeleksson: «Fá mær akulin!» Og Ebjatar fekk Dávidi hann.v8Tá spurdi Dávid Harran og mælti: «Skal eg halda aftan á henda ránsflokkin? Fái eg hann aftur?» Hann svaraði: «Halt aftan á hann; tí at tú skalt fáa hann aftur og bjarga fangunum.»
v9Tá helt Dávid avstað og hinir seks hundrað menninir, ið við honum vóru; og tá ið teir komu at Besorløki, tóku teir, ið eftir skuldu vera, støðu har.v10Við fýra hundrað monnum helt tá Dávid áfram, meðan hinir tvey hundrað vóru eftir, sum fyri møði ikki vóru mentir at fara yvir um Besorløkin.v11Har úti á víðavangi komu teir fram á egyptiskan mann og fóru við honum til Dávids; og teir góvu honum mat og drekka;v12teir góvu honum eina fikukøku og tvær vínberjakøkur; og tá ið hann hevði etið, livnaði hann við aftur; tí at hann hevði hvørki bragdað vátt ella turt í trý samdøgur.v13Tá spurdi Dávid hann: «Hvør maður ert tú, og hvaðan ert tú?» Hann svaraði: «Eg eri egyptiskur sveinur, trælur hjá einum Ámalekita; húsbóndi mín legði meg eftir her, tá ið eg fyri trimum døgum síðan varð sjúkur.v14Vit gjørdu herlop á hitt kretiska suðurlandið og landaøki Júda, somuleiðis á suðurland Kálebs; og Ziklag brendu vit upp.»v15Tá segði Dávid við hann: «Vilt tú vísa mær veg til henda ránsflokk?» Hann svaraði: «Svør mær við Guð, at tú hvørki vilt drepa meg ella lata meg í hendur húsbónda míns, tá skal eg vísa tær veg til henda ránsflokk.»v16Hann vísti teimum tá leið; og tá lógu teir spjaddir um allan vøllin og ótu og drukku og hildu veitslu av tí nógva herfongi, sum teir høvdu tikið úr Filistalandi og Júdalandi.v17Tá tók Dávid at jarðleggja teir frá lýsingini alt til kvølds; og eingin teirra komst undan uttan fýra hundrað sveinar, ið brugðu sær á kamelbak og flýddu.v18Soleiðis fekk Dávid aftur alt tað, sum Ámalekitar høvdu rænt; eisini báðum konum sínum bjargaði Dávid;v19har saknaðist einki, hvørki smátt ella stórt, hvørki herfongur ella synir ella døtur ella nakað av tí, sum teir høvdu rænt; alt hevði Dávid aftur við sær.v20Tá tóku teir allan smáfenaðin og øll neytini, róku tað fram fyri Dávid og søgdu: «Hetta er herfang Dávids.»
v21Tá ið Dávid kom aftur til teir tvey hundrað menninar, sum fyri møði ikki høvdu orkað at fylgja Dávidi, og sum tí vóru eftir við Besorløk, tá komu teir ímóti Dávidi og monnunum, ið við honum vóru. Og Dávid gekk til menninar og heilsaði teimum.v22Men tá tóku til máls øll illmenni og allir níðingar, sum við Dávidi høvdu verið, og søgdu: «Aftur fyri at teir vildu ikki koma við okkum, skulu teir einki fáa av tí herfangi, sum vit hava bjargað, uttan tað at hvør maður fær konu sína og børn aftur; hetta mega teir taka heim við sær.»v23Men Dávid mælti: «Nei, soleiðis mega tit ikki gera nú, eftir tað at Harrin hevur verið okkum gávumildur og varðveitt okkum og givið okkum í hendur henda ránsflokk, ið leyp á okkum!v24Hvør man vera samsintur við tykkum í hesum? Nei, tann, ið við var í stríðnum, og tann, ið eftir var hjá viðførinum, teir skulu báðir fáa javnan lut; teir skulu býta sín ámillum!»v25Soleiðis varð bæði tann dagin og seinni; hann gjørdi hetta til skipan og lóg í Ísrael, so sum tað er enn í dag.
Dávid sendir Júdaborgum gávur
v26Tá ið Dávid kom aftur til Ziklag, sendi hann hinum elstu í Júda, vinum sínum, av herfanginum við hesari orðsending: «Her er gáva til tykkara av tí herfangi, sum tikið er frá fíggindum Harrans.»v27Somuleiðis teimum í Betel, teimum í Rámot-Negeb, í Jattir,v28teimum í Árara, í Sifmot, í Esjtemoa,v29í Karmel, í borgum Jerameelita, í borgum Kenita,v30teimum í Horma, í Bor-Ásjan, í Átak,v31í Hebron og somuleiðis øllum hinum støðunum, har Dávid hevði farið við monnum sínum.