Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 31
Deyði Sáuls
v1Filistar løgdu nú til orrustu við Ísrael; og Ísraelsmenn flýddu fyri Filistum, og mangir lógu vignir á Gilboa fjalli.v2Og Filistar eltu Sául og synir hans og feldu Jónatan, Ábinadab og Malkisjúa, synir Sáuls.v3Orrustan dundi nú kring um Sául; og tá ið ørvagarparnir raktu við hann, varð hann ógvuliga ræddur fyri teimum.v4Tá mælti Sául við skjaldsvein sín: «Bregð svørði tínum og renn tað gjøgnum meg, so at ikki hesir óumskornu koma at fara háðuliga við mær!» Men skjaldsveinurin tordi ikki, tí hann ræddist illa. Tá tók Sául sjálvur svørð sítt og læt seg falla á tað.v5Men tá ið skjaldsveinurin sá, at Sául var deyður, læt eisini hann seg falla á svørð sítt og doyði við honum.v6Soleiðis fylgdust teir allir á hesum degi í deyðan: Sául og synir hansara tríggir og skjaldsveinur hans og allir menn hans.v7Men tá ið Ísraelsmenn í borgunum í dalinum og við Jórdan frættu, at Ísraelsmenn vóru flýddir, og at Sául og synir hansara vóru falnir, rýmdu teir úr borgunum og flýddu, og Filistar komu og settust niður í teimum.
v8Tá ið Filistar dagin eftir komu at ræna valin, komu teir fram á Sául og synir hansara tríggjar, ið lógu falnir á Gilboa fjalli.v9Teir høgdu høvdið av honum og rændu herklæði hansara; síðan lótu teir sendimenn fara um alt Filistaland til tess at flyta gudum sínum og fólkinum gleðitíðindini.v10Vápn hansara løgdu teir í hov Ástartu, men líkið hongdu teir upp á borgargarðin í Bet-Sjan.v11Men tá ið íbúgvarnir í Jábesj í Gilead frættu tað, ið Filistar høvdu gjørt við Sául,v12fóru allir vígførir menn avstað; og tá ið teir høvdu gingið alla náttina, tóku teir lík Sáuls og lík sona hansara niður av borgargarðinum í Bet-Sjan, høvdu tey aftur við sær til Jábesj og brendu tey har.v13Síðan tóku teir bein teirra og jarðaðu tey undir támarisktrænum í Jábesj og fastaðu í sjey dagar.