Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 4
Filistar vinna sigur á Ísrael og taka ørkina
v1Og orð Sámuels komu út um allan Ísrael. Men á teimum døgum tóku Filistar at fylkjast til bardaga móti Ísrael. Og Ísrael fór út í hernað ímóti Filistum og setti herbúðir sínar við Ebenezer, meðan Filistar settu sínar herbúðir í Áfek.v2Og Filistar fylktu liði sínum móti Ísraelsmonnum, og orrustan varð hørð; men Ísraelsmenn fingu ósigur av Filistum, ið feldu í bardaganum á vígvøllum okkurt um fýra túsund mans.v3Og tá ið fólkið kom aftur til herbúðirnar, søgdu Ísraels elstu: «Hví man Harrin í dag hava latið okkum lúta fyri Filistum? Vær skulum heinta sáttmálaørk Harrans úr Silo; verður hon okkara millum, man hon bjarga okkum úr hondum fígginda vára.»v4Tá sendi fólkið boð til Silo, og teir fluttu haðan sáttmálaørk Harra herliðanna, hans, ið situr á kerúbum; og báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, fóru saman við sáttmálaørk Guðs.
v5Og tá nú sáttmálaørk Harrans var komin í herbúðirnar, hevjaði allur Ísrael herróp so øgiligt, at jørðin skalv.v6Og tá ið Filistar hoyrdu glymin av herrópinum, søgdu teir: «Hvat merkir hatta mikla glymjandi herróp í herbúðum Hebrea?» Og tá ið teir frættu, at ørk Harrans var komin í herbúðirnar,v7kom ræðsla á teir, tí at teir hugsaðu, at Guð var komin í herbúðir teirra, og teir søgdu: «Vei okkum, tí at ongantíð áður er tílíkt hent!v8Vei okkum! Hvør man bjarga okkum úr hondunum á hasum øgiliga Guði? Hetta er tann Guð, ið sló Egyptar við alskyns plágum og sóttum.v9Tit Filistar! Mennið tykkum nú og verið menn, so at tit ikki verða trælir hjá Hebreum, eins og teir hava verið trælir hjá tykkum. Verið nú menn og berjist!»v10Og Filistar tóku til bardaga; og Ísraelsmenn fingu ósigur, og flýddi hvør heim til sín, og mannfallið var almikið. Av Ísrael fullu tríati túsund mans av gonguherliði.v11Guðs ørk varð tikin sum herfongur, og báðir synir Eli, Hofni og Pinehas, fullu.
Andlát Eli
v12Tá leyp maður av Benjamins ætt úr orrustuni og kom til Silo á sama degi í skræddum klæðum og við mold á høvdi sínum.v13Tá ið hann kom hagar, sí, tá sat Eli á stóli við liðið og stardi út á vegin, av tí at hann stúrdi fyri Guðs ørk. Tá ið maðurin nú var komin til bíggjar og hevði borið boðini, tók øll bygdin at rópa.v14Men tá Eli hoyrdi hetta gellandi róp, segði hann: «Hvat er hesin rómur?» Og maðurin skundaði sær og kom og segði Eli tíðindini.v15Men Eli var níti og átta ára gamal, og eygu hansara fóru at daprast, so at hann sá ikki.v16Og maðurin segði við Eli: «Eg eri hann, sum er komin úr orrustuni; eg flýddi í dag úr orrustuni.» Tá spurdi hann: «Hvussu hevur gingist, sonur mín?»v17Tá svaraði boðberin og mælti: «Ísrael flýddi fyri Filistum, og hjá fólkinum var eisini mikið mannfall, og somuleiðis fullu báðir synir tínir, Hofni og Pinehas, og Guðs ørk varð tikin.»v18Men tá hann nevndi Guðs ørk, fell Eli øvigur úr stólinum við liðið og hálsbrotnaði; og tað var bani hansara, av tí at hann var gamal og tungur. Hann hevði verið dómari í Ísrael í fjøruti ár.
Íkabod
v19Men sonarkona hansara, kona Pinehasar, var nógv við barn, og tá ið hon hoyrdi tíðindini, at Guðs ørk var tikin og verfaðir hennara og maður hennara deyðir, tá fell hon í gólv og føddi, tí at barnverkir komu á hana.v20Men tá hon var deyðanum nær, søgdu konurnar, ið uppi yvir henni stóðu: «Óttast ikki, tí at tú hevur átt son.» Men hon ønti ikki aftur og lætst ikki um vón.v21Og hon nevndi drongin Íkabod og segði: «Horvin er dýrdin úr Ísrael!» – vegna tess, at Guðs ørk var tikin, og verfaðir hennara og maður hennara vóru deyðir.v22Og hon segði: «Horvin er dýrdin úr Ísrael, av tí at Guðs ørk er tikin.»