|
Fyrra Sámuelsbók, kapittul 5 Ørkin í hondum Filista v1Men Filistar høvdu tikið Guðs ørk og flutt hana frá Ebenezer til Ásdod.v2Og Filistar tóku Guðs ørk og fluttu hana inn í hús Dágons og settu hana undir liðina á Dágoni.v3Og Ásdodsverjar fóru snimma upp morgunin eftir; men, sí, tá lá Dágon fram eftir rommum á gólvinum framman fyri ørk Harrans; teir tóku tá Dágon og settu hann aftur á stað sín.v4Og teir fóru upp árla næsta morgun, men, sí, tá lá Dágon aftur á gólvinum fram eftir rommum framman fyri ørk Harrans; og høvur Dágons og báðar hendur hansara lógu avbrotnar á gáttini; einans bulur hansara var eftir.v5Tí er tað, at prestar Dágons og allir, ið ganga inn í hús Dágons, enn í dag ikki stíga á gátt Dágons í Ásdod. v6Og hond Harrans lá tung á Ásdodsverjum, hann nívdi teir og sló teir við svullum bæði í Ásdod og bygdunum har um leið.v7Og tá ið Ásdodsmenn sóu, hvussu vorðið var, søgdu teir: «Ikki má ørk Ísraels Guðs vera hjá okkum; tí at hond hansara liggur hørð á okkum og á Dágoni, gudi okkara.»v8Tá sendu teir boð og lótu savna til sín allar høvdingar Filista og søgdu: «Hvat eiga vit at gera við ørk Ísraels Guðs?» Og teir svaraðu: «Flyta skal ørk Ísraels Guðs til Gát!» Og teir fluttu ørk Ísraels Guðs hagar.v9Men tá ið teir høvdu flutt hana hagar, loypti hond Harrans mikla ræðslu á bygdina, og hann sló bygdarmenninar, so svullir brutu út bæði á stórum og smáum.v10Tá sendu teir Guðs ørk til Ekron. Men tá ið Guðs ørk var komin til Ekron, tóku Ekronverjar at rópa hátt og søgdu: «Teir hava flutt ørk Ísraels Guðs til okkara til tess at deyða okkum og tjóð okkara.»v11Tá sendu teir út boð og lótu savna til sín allar høvdingar Filista og søgdu: «Sendið ørk Ísraels Guðs burtur, so at hon kemur á stað sín og ikki deyðar okkum og tjóð okkara.» Tí at deyðans angist var komin á alla bygdina, og hond Guðs nívdi hana tungliga.v12Men teir menn, ið ikki doyðu, vórðu slignir við svullasótt, so at neyðarrópið úr bygdini steig upp til himna. |